Braquet hava roynt nógv, síðan bólkurin sá dagsins ljós. Bert fáar mánaðir eftir bólkurin varð stovnaður, komu teir bæði í finaluna í Prix Føroyar ’03 og síðan í Gospel Prix ’04. Í 2005 kom teirra fyrsta fløga út, ið eisini hevur givið teimum nógv jalig aftursvør.
Braquet bleiv stovnaður í 2002 av sangarinum Andreas Højgaard og gittarleikarinum Arna Zachariassen. Eftir hetta kom trummuleikarin Jóhan á Lakjuni og bassleikarin Leivur Vitalis við í tann lívliga bólkin.
Braquet eru kendir sum ein orkufullur bólkur í teirra framførðslum, og liminir geva teirra alt á pallinum. Áskoðarinir fáa óivað eina reyv sparkandi framførslu á festivalinum.
Eftir framførsluna hjá Braquet í fjør skrivaði ummælarin hjá Planet.fo: Konsertin hjá Braquet var sera góð, og teir vóru eftir mínum tykki nógv betri enn nógvir av teimum útlendsku bólkunum.
Vitjið Braquet á Myspace.com/braquet