Brann Bergen tapti ímóti botnliði

Gilli R. Sørensen fekk eitt korter á vøllinum í heimadystinum hjá Brann Bergen ímóti Lillestrøm

Tað gekk ikki eftir vild hjá Brann Bergen í bestu norsku fótbóltsdeildini, sum í dag tapti 1-2 ímóti Lillestrøm, sum er í niðurflytingarvanda. Gilli R. Sørensen kom á vøllin fyri Brann Bergen, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Ifeanyi Matthew legði Lillestrøm á odda, tá ein hálvur tími var spældur. Azar Karadas javnaði fyri Brann Bergen tá 55 minuttir vóru farnir, men Erling Knudtzon legði Lillestrøm á odda aftur, tá fimm minuttir restaðu av vanligu leiktíðini.

 

Tapið var ein strika í rokningini hjá Brann Bergen, sum nú eru javnir á øðrum plássi saman við Odd Grenland, sum eisini hevur 45 stig. Trý stig eru niður til Molde, sum hevur 42 stig. Trý umfør eru eftir at spæla í norsku tippiliguni. Komandi leygardag tekur Brann Bergen ímóti Molde á Brann leikvøllinum í Bergen.

 

Støðan í norsku tippuliguni, har spenningur er um annað plássið : 

 

1Rosenborg27    2061    62:2066
2Brann Bergen27136836:2445
3Odd27136838:3045
4Molde27126944:3942
5Haugesund27118841:3841
6Sarpsborg27118830:3241
7Viking27117929:3040
8Strømsgodset271071040:3937
9Sogndal27812730:2936
10Aalesund271051236:4435
11Vålerenga27871235:3831
12Bodø/Glimt27861334:3930
13Tromsø27861331:4030
14Lillestrøm27781242:4829
15Stabæk27771331:3728
16Start27291621:5315