Brandur vinnur hjørtu enn

Konsertin við Brandi Enni var sera hugnalig, og uttan iva nýttu mong høvi at enduruppliva ein av kærastu songfuglum okkara

Endiliga er lív komið í hann aftur. Nú eru eftirhondini nógv ár síðani at vit hoyrdu nakað serligt til sangfuglin Brandur Enni. Nú er hann vorðin nøkur ár eldri og røddin er vorðin búnari, men enn klárar hann at sjarmera seg inn í hjørtuni á gentunum. Við klárari rødd og reinum sangi undirhelt hann stóru fjøldini í Tjóðpalli Føroya.


Fjøldin var fyri tað mesta konufólk, og hugsast kann at fleiri av teimum, ið fyri nøkrum árum síðani vóru púra vekk í honum, leitaðu sær niðan í Tjóðpallin at enduruppliva hann. Og eingin av teimum mundi verða skuffað av framførsluni. Ein sera hugnaligur stemningur var inni, og fólk høvdu hug at syngja við. Uppaftur betri gjørdist stemningurin, tá hann endaði við einum sangi, ið vit øll kenna, og sum byrjar við “eg í eygum tínum sá”. Tá fór ein rembing gjøgnum salin, og øll fingu hug at syngja ella murra við lagnum.


Alt í alt ein sera hugnalig konsert, har áhoyrararnir fyri tað mesta vóru ungar gentur og gentur, ið vildu enduruppliva songfuglin.