Brandur á video og tónleikur í myndum

»The Way I Am« er heitið á nýggja sjónbandinum, sum júst er komið í sølubúðirnar. Sjónbandið snýr seg um ungu sangstjørnuna, Brand Enni. Eisini er ein nýggj tónleikaárbók komin á marknaðin. Hetta er onnur bókin av hesum slagnum. Studio Pegasus í Klaksvík stendur fyri báðum útgávunum

Allir fjeppararnir hjá Brandi Enni kunnu nú gleðast. Nú er eitt nýtt sjónband við heitinum »The Way I Am« er nú komið í sølubúðirnar.
? Sjónbandið er 40 minuttir til longdar, har Brandur sjálvur fortelur søguna um tað, sum er hent seinasta árið, sigur Steintór Rasmussen, manageri hjá Brandi.
Tað er Eyðfinn Jensen, sum er høvuðsmyndamaður, og er tað eisini hann, sum hevur redigerað allar upptøkurnar.
? Ein kann kalla hetta eitt status av, hvussu langt Brandur er komin higartil, greiðir Steintór víðari frá. ? Sjálvt heitið á sjónbandinum er ein sangur, sum Brandur sjálvur hevur skrivað. Hetta er ein nýggjur sangur, sum ongantíð er útgivin fyrr, og sjónbandið byrjar eisini við hesum sanginum.
Filmurin um ungu føroysku poppstjørnuna tekur hyggjaran við á eina ferð, har hann sleppur við á konsertir, til Danmarkar, har Brandur er gestur hjá Bubber, handan leiktjøldini tá sjónbandalagið til Waiting in the Moonlight varð tikið upp og so framvegis.
Lítil ivi man vera í, at hesin filmurin fer at liggja undir nógvum jólatrøum í ár.

Nýtt plátufelag
Í kjalarvørrinum av eini størri verkætlan um at geva Brand út í bæði Íslandi og Danmark fyrst í komandi ári, verður eisini nýtt plátufelag stovnað. Talan er um NAME, sum stendur fyri North Atlantic Music Enterprize.
Fyrst í næsta árið verður Waiting in the Moonligt givin út sum stakfløga í Danmark, og í februar verður Brandur á eini stórari konsert yviri í Íslandi. Í hesum sambandi verður eisini ein nýggj pláta givin út, har ein duett við Brandi og íslendsku Jóhonnu Gúðrun eisini er við.
? Málið í løtuni er at røkka útlendska marknaðinum. Vit savna okkum um Danmark og Ísland í fyrsta umfari, men áhugin uttanfyri hesi londini er eisini til staðar. Men tað er nógv frá einum áhugaðum brævi til veruleika, sigur Steintór.

Tónleikaárbókin
Á tíðindafundi hósdagin var nýggja tónleikaárbókin eisini løgd fram. Tónleikaárbókin er ein lýsing av tónleikalívinum í Føroyum seinasta árið í orðum og myndum.
? Har eru fleiri nýggjar greinar, og nógvar myndir, sum ongantíð hava verið at sæð áður, sigur Eyðun Klakstein, sum hevur redigerað bókina.
Bókin er bygd á tilfar, sum hevur staðið í Sosialinum og á pop.fo seinasta árið, umframt tær nýggju greinarnar. Alt tilfarið er skrivað og redigerað av nýggjum.
? Ótrúliga nógv gongur fyri seg í føroyska tónleikaheiminum, og seinasta árið hevur verið ótrúliga merkt av, at føroyskir bólkar hava verið uttanlands og gjørt um seg, greiðir Eyðun frá.
? Tónleikabókin er ein tíðarmynd av føroyskum tónleiki , og ætlanin er at gera hana til ein fastan tátt.
Fyrstu ferð tónleikaárbókin kom út var í fjør. Tá vóru tað Sosialurin og Studio Pegasus, sum góvu bókina út í felag, men í ár er tað bara Studio Pegasus, sum stendur fyri útgávuni.
Seinnapartin hósdagin varð skipað fyri tónleikacafé á Platform. Her var høvi at ogna sær nýggju tónleikaárbókina og nýggja filmin um Brand.
Nakað av fólki var komið saman, har møguleiki var fyri at fáa eitt signerað eintak av teimum báðum nýggju útgávunum, og har Brandur saman við øðrum tónleikarum bæði sang og spældi.