Brandur vandi í dag

Landsliðið: Brandur Hendriksson er aftur á vøllinum og verður væntandi tøkur týskvøldið

Føroyska landsliðið hevur í dag vant á Tórsvølli, eftir landsdystin móti Lettlandi í gjár, sum endaði við javnleiki 1-1. Tað vóru bara teir spælararnir, sum spældu lítið ella einki, ið vóru á vøllinum. Hinir hava verið í svimjihøllini og restuterað.

Brandur Hendriksson Olsen fór av vøllinum longu aftaná 11 minuttir. Hann setti seg brádliga niður og tóktist boða frá, at hann ikki sá ordiliga. Hann vandi við fullari ferð í dag.

- Tað er kanska ein spurningur til læknin, men vit hava tosað saman. Tað sær út til at verða eitt tilburður av migrenu. Vit hava mugu um tað var nakað í einum nærdysti stutt frammanundan, men har var einki, sigur Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

Brandur Hendriksson var millum teirra, sum vandi við fullari ferð í dag. Av øðrum kunnu nevnast Jóan Símun Edmundsson, Patrik Johannesen, Rógvi Baldvinsson og Jóannes K. Danielsen, sum allir komu inn í seinna hálvleiki í gjár.