Brandur er føddur og uppvaksin í Keypmannahavn. Foreldrini vóru: Margit, f. Nygaard, frá Stiklestad í Norra, og Janus Øssursson, úr Havn.
Liðugur við skúlan lærdi hann til bókbindara. Sum 21 ára gamal byrjaði hann sum yrkistónleikari og ferðaðist í Norðurlondum við sínum egna orkestri, sjálvur spældi hann saxofon. Teir ferðaðust í Danmark, Finlandi, Svøríki og í Norra. Hetta helt á í eini tíggju ár.
Í 1957 giftist hann við Unnu, dóttir Helgu, f. Christiansen, ættað úr Kvívik, og Jacob Frederik Øregaard, fyrrverandi løgtings- og løgtingsformann í Norðragøtu.
Í 1965 fluttu tey til Føroya og stovnaðu sína egnu heilsølu, sum seldi ymiskar kioskvørur og umboðaðu kendu donsku Premier ísarnar. Í fyritøkuni arbeiddu eini 10 fólk, tey høvdu m.a. fleiri frystibilar, sum koyrdu við ísi.
Fyrst í 80-unum góvust tey við heilsøluni, og Brandur fekk starv sum musikklærari við Tórshavnar Kommunuskúla.
Í 1988 bleiv hann settur sum leiðari av rútmisku deildini hjá Tórshavnar Musikkskúla, hetta starv røkti hann til í fjør.
Brandur hevur skipað fyri nógvum ymiskum tónleikatiltøkum, mest kendur er hann fyri Jazz-festivalin, sum hann hevur skipað fyri hvørt ár í heili 20 ár. Jazz-festivaulurin hevur tilsamans hýst eini 3000 tónleikarum.
Hann hevur verið við til at mynda ein stóran part av rútmiska tónleikinum í Føroyum. Hann stóð t.d. á odda fyri Big Band, stovnaði Popp-Topp fyri ungar óroyndar tónleikarar, og Ungar Jazz-kometir.
Í august 2003 fluttu Unna og Brandur til Danmarkar at búgva. Tey eiga tveir synir, Finn, sum býr í Danmark og Kára, sum býr í Grønlandi, eisini eiga tey tríggjar ommu- og abbasynir.