Brandur Sandoy, løgtingsmaður, hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, nakrar skrivligar fyrispurningar um landingar uttanlands. Spurningarnir, sum eru sjey í tali, eru hesir:
1) Hví eru tað bara einstakir skipabólkar, ið sambært kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 eru álagdir restriktiónir um landingar uttanlands - og ikki øll fiskifør undir føroyskum flaggi?
2) Heldur landsstýrismaðurin tað vera rímiligt, at føroysku botnfiskaskipini, ið royna undir Íslandi, skulu koma undir hesar restriktiónir, tá botnfiskaskipini, sum royna í norskum og russiskum sjógvi, sleppa at landa har, tey fáa besta prísin fyri veiðina?
3) Hvør er grundin til, at ásetingin í somu kunngerð § 5, stk 2 ásetir eitt tíðarskeið innan fyri fýra mánaðir og ikki eitt heilt kalendaraár ella eitt fiskiár?
4) Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at broyta § 5, stk 2 í somu kunngerð, soleiðis at tíðarskeiðið verður longt til eitt heilt kalendaraár ella eitt fiskiár? Um ikki, hví?
5) Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at broyta kunngerðina, soleiðis at 25% markið verður hækkað ella avtikið?
6) Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at javnstilla allar skipabólkar undir føroyskum flaggi, tá tað kemur til landingar uttanlands, soleiðis at ójavnin, sum er galdandi í dag, verður burtur?
7) Ætlar landsstýrismaðurin at taka málið um landingar uttanlands upp til politiska viðgerð í samgonguni og landsstýrinum?
Í viðmerkingum til fyrispurningarnar, vísir løgtingsmaðurin á, at í 2013 vóru nøkur snelluskip revsaði av Vørn fyri brot á kunngerð nr. 95 frá 27 juni 2005.
- Hetta vóru skip, ið royndu undir Íslandi, og sum landaðu í Vestmannaoyggjunum vegna illveður á leiðunum millum Føroyar og Ísland. Tey sluppu ikki heim vegna illveður millum lond, og so als ikki við túrum upp á 15-20 tons, sum tað ofta var, vegna vánaligt fiskarí í 2013 undir Íslandi.
Avleiðingin varð, sigur Brandur Sandoy, at Vørn boðaði hesum skipum frá, at tey mistu ein part av kvotuni undir Íslandi fyri tað árið.
- Hetta hevði við sær minni inntøku fyri manningina við hesum skipum, umframt lægri skattainntøkur fyri Føroyaland, og er steinur oman á byrðu hjá snelluskipunum, sum ikki hava stórt inntøkugrundarlag frammanundan.
Løgtingsmaðurin vísir á, at í ár hava línuskipini, sum hava kvotu undir Íslandi, fyri ein stóran part roynt vestur móti grønlendska markinum og heilt upp móti Vestfirðum, sum er útnyrðingshornið á Íslandi.
- Haðani tekur tað 3-4 dagar at sigla til Føroya, alt eftir veðri. Prísirnir í Íslandi eru kappingarførir, og betri treytir fáast í Íslandi viðvíkjandi landingarútreiðslum. Haraftrat var sera gott fiskarí har vesturi, og hevur hetta tí ført við sær, at fleiri línuskip hava landað part av veiðini í Íslandi. Enntá loysir tað seg hjá summum at landa í Íslandi, vitandi at tey missa av kvotuni.
Brandur Sandoy vísir á, at tað, sum skipini missa av kvotuni, verður bara burtur úr skipanini. Tey sleppa ikki at fiska tað og eingin annar heldur.
- Tað merkir, at vit í Føroyum gera restriktiónir, soleiðis at skipini skulu landa veiðina í Føroyum, men hetta eydnast ikki. Orsaka av somu restriktiónum liggur ófiskað kvota á hvørjum ári eftir í Íslandi, sum er okkara háttur at sekta okkara egnu landsmenn. Hetta er peningur, sum kundi komið inn í føroyska búskapin, men sum vit velja at lata liggja eftir í Íslandi sum óveidd veiða.
Løgtingsmaðurin sigur, at føroyska samfelagið hevur seinasta árið givið fiskakeyparunum og fiskavirkjunum betri treytir at bjóða upp á fiskin frá føroyskum skipum við at samtykt lógina um virkispant, sum sambært fiskakeyparum skuldi hava positiva ávirkan á keypiorku teirra, tá um botnfisk ræður.
- Higartil hevur hetta tó ikki endurspeglað seg í fiskaprísunum her á landi, og nógv bendir á, at veruligi trupulleikin er, at ov fáir aktørar eru á marknaðinum í Føroyum.
Hann vísir á, at politiskt ynskja vit sjálvandi at fáa so nógvan fisk um føroyskan bryggjukant - og gjøgnum føroyskar hendur - sum gjørligt.
- Men, spurnartekin kann tó setast við, hví neyðugt skal vera at seta avmarkingar fyri avreiðingum uttanlands.
Brandur Sandoy sigur, at Felagið Línuskip hevur ofta gjørt vart við trupulleikarnar, ið standast av omanfyrinevndu kunngerð. Millum annað hevur felagið skotið upp, at markið fyri avreiðingum uttanlands verður hækkað, og at uttanlandsveiðan verður roknað upp á eitt heilt kalendaraár, tí so fáa skipini betri stýrt landingunum.
- Kunngerðir verða gjørdar av fyrisitingini í Fiskimálaráðnum, og er tað tí landsstýrismaðurin, sum hevur endaligu ábyrgdina av kunngerðini.
Hann sigur, at mangan hevur verið funnist at og undrast á, at raksturin hjá føroysku línuskipunum ikki hongur saman, og at skipini koyra við halli á hvørjum ári.
- Tá slíkar atfinningar eru frammi, er tað sum oftast fiskidagaskipanin, ið fær skoluna fyri, at raksturin ikki ber seg.
Løgtingsmaðurin vísir á, at í dag eru umleið 12 línuskip í vinnu. 14 mans eru við hvørjum skipi - ella tilsamans 168 mans. Hetta er fleiri enn teir, ið sigla við okkara uppisjóvarskipum. Flestu av teimum eru familjumenn, meðan ein partur eisini eru ungdómar, ið skulu vera teir, sum bera samfelag okkara víðari.
- Tað finst ikki ein betri skúli fyri hesar ungdómar, og tí eru línuskipini nakað, ið vit sum samfelag eiga at halda fast um og skapa fyritreytir fyri, at tey framhaldandi kunnu vera í vinnu, sigur Brandur Sandoy í sínum viðmerkingum til fyrispurningarnar, sum hann hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.