Tað er við Brandi Hendrikssyni Olsen á forsíðuni, at Helsingborg IF lýsir við nýggju troyggjuni, sum besta mansliðið skal spæla í í uppstartinum.
Heimasíðan skrivar, at troyggjurnar verða ikki keyps í handlinum, men at tað verður møguligt at keypa sjálvar spælitroyggjurnar á uppboðsølu, tá uppstarturin er liðugur.
##med2##
Brandur Hendriksson Olsen skifti 27. desember í 2019 til Helsingborg IF í bestu svensku deildini. Partarnir hava gjørt ein trý ára sáttmála. Fyrsti venjingardysturin er um eina viku. Sjálv landskappingin byrjar 5. apríl.