Fyrr í kvøld spældi FH fjórðingsfinalu ímóti Akranes í íslendsku steypakappingini.
Dysturin var spældur á Akranesi, og vóru Gunnar Nielsen og Brandur H. Olsen við á liðnum hjá FH frá dystarbyrjan.
FH vann dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Brandur H. Olsen longu tá tveir minuttir vóru farnir av dystinum. Atli Guðnason spældi Brand hegnisliga leysan, og Brandur sveik ikki álitið, men beindi bóltin í málið til 1-0 sum gjørdist sigursmálið.
Brandur hevði onkra aðra góða roynd á málið hjá Akranesi áðrenn hann var skiftur út í 64. minutti.
Sambært Morgunblaðnum hevði FH væl fleiri málmøguleikar enn Akranes, men Gunnar Nielsen var tíðum testaður í málinum, og tá Akranes royndi seg ímóti málinum hjá FH bjargaði Gunnar væl.