Brandur Sandoy ikki tikið endaliga støðu til uppstilling

Sitandi borgarstjórin á Sandi fær ikki sagt enn, um hann stillar upp

Brandur Sandoy, sitandi borgarstjóri heima á Sandi, er í bíðistøðu viðvíkjandi uppstilling til komandi kommunuval. 

 

Spurdur hvørt hann stillar upp sigur hann, at hann hevur einki endaligt svar enn.

 

- Tað einasta eg kann siga er, at eg havi ikki tikið endaliga støðu, sigur Brandur Sandoy. Hann sigur víðari, at enn hava tey ikki formelt avgreitt uppstillingina og tí er einki at úttala seg um enn.

 

Brandur Sandoy var valdur á lista A á seinasta kommunuvali í 2012. Hann fekk 58 persónligar atkvøður.

 

Seinasta val vóru tveir listar uppstillaðir heima á Sandi. List fekk 4 umboð vald og harvið meirluta í bygdaráðnum. Listi C fekk 3 umboð vald.