Tveir føroyskir leikarar komu um vikuskiftið á máltalvuna í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Teir báðir vóru René Shaki Joensen og Brandur Hendriksson Olsen, ið ávikavist komu á máltalvuna fyri síni feløg, Grindavík og FH.
René Shaki Joensen kom á máltalvuna tá Grindavík spældi 1-1 javnleik á heimavølli móti KR leygardagin, og í gjár kom Brandur Hendriksson Olsen á máltalvuna, tá FH vann 2-3 á útivølli móti Fjølnir. Hjá FH stóð Gunnar Nielsen í mál allan dystin í gjár.
Eisini Kaj Leo í Bartalsstovu fekk fulla spælitíð fyri ÍBV um vikuskiftið. Men tíverri fyri Kaj Leo og ÍBV, taptu teir 2-0 á útivølli móti KA. ÍBV hevur higartil fingið eina keðiliga byrjan, er í løtuni á aftasta plássinum í bestu íslendsku deildini.
FH við Gunnar Nielsen og Brandi H. Olsen á liðnum liggur nummar tvey í deildini, meðan Grindavík við René Shaki Joensen á liðnum liggur sum nummar fimm í deildini. Omanfyri ber til at síggja málini frá dystinum hjá FH í gjár, har Brandur H. Olsen kom á máltalvuna.