Lagnurnar hjá føroyingaliðunum í Íslandi vóru ógvuliga ymiskar í Europa League undankappingini.
Gunnar Nielsen og Brandur H. Olsen byrjaðu báðir inni, tá lið teirra FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum spældi javnleik 0-0 ímóti finska Lahti í returdystinum í Europa League kappingini. FH vann fyrra dystin 3-0, og vann samanlagt 3-0 og skal møta ísraelska liðnum, Hapoel Haifa í næsta umfarinum.
Gunnar Nielsen tók sær av tí sum var, og Brandur H. Olsen hevði onkra góða roynd á málið hjá Lahti. Tá 86 minuttir vóru farnir var Brandur H. Olsen skiftur út.
Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 67 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, ÍBV á útivølli tapti 0-2 ímóti norska Sarpsborg. Sarpsborg hevði vunnið fyrru uppgerðina 4-0, og vann trygt 6-0 samanlagt. Tíðliga í dystinum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu eina góða roynd á málið hjá Sarpsborg, men annars var tað norska liðið sum stóð fyri tí mesta.
FH spælir fyrra dystin ímóti Hapoel Haifa á útivølli komandi hósdag klokkan 17.










