Brandur og Ajax vunnu á toppliði á útivølli

Ajax hevur fingið nakað av luft til botnin í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Brandur Halgirsson skoraði eitt mál tá lið hansara, Ajax á útivølli vann 27-26 á Team Sydhavsøerne, ið er næstfremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ajax var á odda 11-9 í steðginum. Tá ein stórur minuttur var eftir var Ajax á odda 27-24. Sydhavsøerne skoraði tvey mál móti endanum, men tað eydnaðist Ajax at knógva ein týdningarmiklan sigur heim.

 

Ajax er nummar sjey í deildini við 21 stigum fyri 22 dystir. Ajax hevur fimm stig niður til FIF, ið liggur á einum beinleiðis niðurflytingarplássi við 16 stigum.

 

Sigurin hjá Ajax gevur eisini liðnum hjá Róa Berg Hansen, HØJ møguleikan at vinna seg upp á annað plássi við sigri á Skovbakken á útivølli sunnudagin. HØJ hevur 30 stig og Sydhavsøerne hevur 31 stig.

 

22. mars verður føroyingauppgerð millum liðið hjá Leivi Mortensen, Odder og Ajax í Odder.