Brandur og Ajax mistu javnleikin tá 9 sekund vóru eftir

Ajax tók ikki av møguleikanum at leggja sjógv til botnin

Eitt føroyingalið var í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax tóku móti Otterup á heimavølli í kvøld.

 

Ólukkutíð tapti Ajax 24-25. Otterup skoraði sigursmálið tá níggju sekund vóru eftir av dystinum.

 

Ajax var á odda 11-9 í steðginum. Tá 47 minuttir vóru leiktir var Ajax á odda 20-17. Fýra minuttir seinni var Otterup á odda 21-20.

 

Brandur var ikki millum málskjúttarnar hjá Ajax í kvøld.

 

Ajax er nummar seks í deildini við 19 stigum. Seks stig eru niður til beinleiðis niðurflyting har Roskilde hevur 13 stig á triðaftasta plássinum. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð millum liðið hjá Leivi Mortensen, Odder og Ajax.