Nú er staðfest, at Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax eisini fara at spæla í næstbestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.
Við einum framúr góðum avriki í serliga seinna hálvleiki eydnaðist tað Ajax at vinna greiðan 35-28 sigur á Vendsyssel á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Brandur Halgirsson skoraði trý mál fyri Ajax í dag.
Ajax hevur 25 stig á sjeynda plássi og er fimm stig omanfyri Play Off linjuna, har Tønder er á 10. plássi við 20 stigum. Tønder kann í mesta lagi fáa 24 stig, so Brandur og liðfelgarnir kunnu spæla tann seinasta dystin í grundspælinum á heimavølli móti Roskilde uttan nakrar nervar.
Støðan (Spældir vera 26 dystir í grundspælinum) :
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
1 | HC Midtjylland | 25 | 45 |
2 | HØJ | 24 | 32 |
3 | Grindsted GIF | 24 | 32 |
4 | Team Sydhavsøerne | 24 | 31 |
5 | IK Skovbakken | 24 | 28 |
6 | Otterup HK | 24 | 25 |
7 | Ajax | 25 | 25 |
8 | HEI, Skæring | 25 | 21 |
9 | Odder | 25 | 21 |
10 | TM Tønder | 24 | 20 |
11 | FIF | 25 | 18 |
12 | Roskilde | 24 | 17 |
13 | HC Odense | 24 | 14 |
14 | Vendsyssel | 25 | 13 |