Lutakast til fjórða umfari í donsku steypakappingini hevur verið. Brandur H. Olsen og FCK skulu spæla móti FC Fredericia og Rógva Baldvinsson.
Bæði Brandur og Rógvi hava fingið spælitíð í steypakappingini. Brandur fekk fimm minuttir í sigrinum á FC Vestsjælland í triðja umfari, meðan Rógvi Baldvinsson var á miðjuni allan dystin, tá FC Fredericia vann óvæntað 2-1 á OB.
Sostatt er ein møguleiki fyri, at teir báðir føroysku landsliðsspælararnir møtast í donsku steypakappingini. AaB og Gilli Sørensen skulu spæla móti Lyngby ella Lystrup, meðan Daniel Udsen og FC Helsingør møta Randers úr Superliguni.
Dystirnir verða spælir millum 27. og 29. oktober.