Tað var av besta veðri tá stál útróðararbáturin Brandur úr Fuglafirði um átta tíðina hóskvøldið rendi á Skræpuskerðið norðan fyri Leirvík. Báturin kom úr Fuglafirði og á veg til útróðrar, tá óhappið hendi.
Hvidbjørnen og Tjaldrið komu bæði bátinum til hjálpar. Hvitbjørnen var á staðnum klokkan trý korter til tíggju og Tjaldrið kom ein hávan tíma seinni.
Klokkan hálvgum eitt fríggjanáttina boðaði Tjaldrið frá, at tað hevði fingið bátin leysan og var á veg inn á Fuglafjørð við bátinum.
Løgreglan upplýsir, at blóðroynd var tikin av skiparanum, og vísti hendan, at hann hevði drukkið, hóast promillan ikki var tann heilt stóra.