Brandur hitar upp hjá Grand Prix vinnaranum

Brandur Enni fer í kvøld at hita upp áðrenn norski Grand Prix vinnarin Alexander Rybak fer á pallin í Stokkholm. Konsertin verður í kenda húsinum Cirkus. Brandur fær 20 minuttir á pallinum einsamallur.

- Eg eri sera spentur til konsertina, eg havi ongantíð hitt Alexander fyrr, men vit hava sama plátufelag her í Svøríki, sigur Brandur Enni.

Brandur er júst liðugur við nýggju fløguna, sum kemur út í Føroyum í novembur. Í desember ætlar Brandur at hava tríggjar konsertir í Føroyum.

 

Samrøða verður við Brand Enni í tíðindasendingini hjá Rás2, sum byrjar klokkan 17.