UEFA fer í næstum at skipa fyri Champions League kappingin fyri U19 lið. Hetta merkir, at millum annað FCK miðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, møguliga skal dystast móti nøkrum av bestu spælararunum í hansara aldri.
Í eina tíð hevur kappingin NextGen Series verið undangongukapping fyri U19 lið, men komandi ár skipar UEFA fyri eini Champions Youth League, sum kemur at hava somu lið, ið eru í Champions League, skrivar bold.dk í dag.
Hetta merkir millum annað, at danska meistarafelagið, FCK, kemur at hava lið við í kappingini. ein spælararunum á U19 liðnum hjá FCK er skálvíkingurin Brandur H. Olsen.
Kappingin verður skipað á sama hátt sum Champions League, soleiðis at somu lið møtast í báðum kappingunum. Einasti munurin verður, at í endaspælinum verður bara ein dystur millum feløgini, meðan tað í Champions League eru tveir dystir ein á heimavølli og ein á útivølli.
- Champions Youth League er eitt tiltak, sum vit her í FCK taka væl ímóti. Hetta er ein møguleiki hjá okkara spælarunum at royna seg móti teimum bestu, sigur Carstin V. Jensen, ítróttarstjóri í FCK, við heimasíðuna hjá felagnum.