Brandur givið avboð - tríggir boðsendir

Sonni Ragnar Nattestad, Patrik Johannesen og Pætur Petersen eru boðsendir til landsdystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi, meðan Brandur Olsen, ið er vorðin skaddur, hevur givið avboð

Leygardagin 7. september fer manslandsliðið undir sína fjórðu UEFA Nations League kapping. Føroyar eru hesaferð í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia. Farna mánadag kunngjørdi Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hópin til komandi uppgávur, og nú er greitt, at Sonni Ragnar Nattestad úr 07 Vestur, Patrik Johannesen, ið spælir fyri Breiðablik í Íslandi, og Pætur Petersen úr KÍ leggjast aftur at hópinum, ið hevur sína fyrstu venjing týsdgain.

 

Samstundis hevur Brandur Hendrikssob úr Fredrikstad í Noregi givið avboð. Brandur er vorðin skaddur, og verður ikki nóg birgur til dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi, skrivar Fótbóltssambandið. Vert er at leggja til merkis, at ongin triði málverji er úttikin enn. Tað er vanliga krav til landsdystir.

 

Hópurin:

 

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Verja:

 

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík

 

Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)

 

Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)

 

Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)

 

Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)

 

Arnbjørn Svensson, Víkingur

 

Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur

 

Miðvøllur:

 

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

 

Álop:

 

Pætur Petersen, KÍ Klaksvík

 

Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

 

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

 

Petur Knudsen, NSÍ Runavík

 

Leygardagin 7. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, ella á atgongumerki.fo. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 10. september kl. 17:00, tá Lettland tekur ímóti á Skonto Stadion í Riga.