Tað er ein stór vika síðani, at in.fo visti at siga frá svenskum miðlum, at Helsingborg IF, sum spælir í bestu svensku deildini, var áhugað í at knýta føroyska landsliðsspælaran, Brand Hendriksson Olsen, at sær.
Í dag vita svensku miðlarnir expressen.se og Kvällsposten at siga, at Brandur H. Olsen beinanvegin eftir nýggjár verður Helsingborg spælari. Undan ársskiftinum fer felagið at kunngera, at sáttmáli er undirskrivaður.
Síðani á sumri í 2018 hevur Brandur H. Olsen spælt við íslendska FH. Í heyst vóru avrikini hjá honum so mikið sannførandi - ikki minst í landsdystinum á útivølli ímóti Svøríki - at tað síðani hevur ligið í kortunum, at Brandur fór at flyta av Hafnafirði og til felag á hægri støði og í øðrum landi, og nú er tað so greitt, at 24 ára gamli Brandur fer at umboða Helsingborg í Svøríki.