Brandur fingið debut fyri FCK

18 ára gamli føroyingurin var eisini um reppið at skora í steypasigrinum á FC Roskilde

Brandur H. Olsen hevur í kvøld spælt sínar fyrstu minuttir besta liðið hjá FCK, sum í kvøld vann 3-2 á FC Roskilde úr 1.deild. Brandur var eisini nær við at skora.

 

Undan dystinum var gitt, at Brandur møguliga skuldi byrja inni. Seinni komu boð um, at FCK ætlaði at byrja dystin við sterkari uppstilling og royna at avgera dystin tíðliga, fyri síðani at geva onkrum av teimum yngru møguleikan.

 

Longu aftaná 35 minuttir, tá støðan var 3-0, bleiv 18 ára gamli føroyingurin skiftur inn fyri Andreas Cornelius. Tíðliga í seinna hálvleiki var um reppið, at Brandur skoraði í fyrsta dystinum. Hann fekk eitt fatt innlegg úr vinstru, men bólturin endaði í síðunetinum.

 

Løtu seinni fekk hann møguleikan við beinleiðis frísparki, sum var úr tiltiknu David Beckham støðuni. Tíverri rakti skálvíkingurin ikki bóltin heilt so neyvt, sum hann ætlaði, tí hann tók í manngarðin og so víðari á tvørstongina.

 

Brandur smæddist ikki millum hinar og fekk eisini eitt gult kort við á vegnum, tá hann feldi ein mótstøðuspælara, sum var um at bróta í gjøgnum. Móti endanum av dystinum minkaði FC Roskilde um munin til 3-2, men FCK kláraði skerini.

 

FCK er víðari til fjórða umfar í DBU Pokalen, sum danska steypakappingin eitur.