Brandur Hendriksson fekk teir seinastu 10 minuttirnar á vøllinum, tá lið hansara, Randers FC í dysti í donsku superliguni vitjaði gamla heimavøllin hjá Brandi Hendrikssyni, Parken leikvøllin í Keypmannahavn, har Brandur Hendriksson hevur nøkur góð minnir, ikki minst frá steypafinaluni í 2015, tá hann skeyt sigursmálið fyri FCK, tá FCK vann 3-2 á FC Vestsjælland aftaná longda leiktíð.
FC Keypmannahavn vann 1-0 við einum sigursmáli Rasmus Falk skeyt longu tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum. FCK stóð fyri tí mesta, men Randers FC hevði eisini sínar málmøguleikar.
Seinasti dysturin hjá Randers FC í hesum kalendaraárinum verður á heimavølli ímóti Esbjerg um átta dagar. Eftir hetta verður farið í jólafrí.
Randers FC liggur hóast tapið í dag ímóti FCK væl fyri at koma í endaspælið, har seks tey ovastu liðini fara at kappast, tá 26 umfør eru avgreidd í grundspælinum :
1 | FCK | 20 | 15 | 5 | 0 | 45:8 | 50 |
2 | Brøndby | 19 | 11 | 5 | 3 | 40:15 | 38 |
3 | Midtjylland | 19 | 9 | 5 | 5 | 38:22 | 32 |
4 | Randers FC | 20 | 9 | 5 | 6 | 25:21 | 32 |
5 | Lyngby | 19 | 9 | 3 | 7 | 19:17 | 30 |
6 | SønderjyskE | 19 | 7 | 7 | 5 | 24:25 | 28 |
7 | Nordsjælland | 19 | 6 | 6 | 7 | 30:34 | 24 |
8 | AC Horsens | 20 | 6 | 6 | 8 | 24:35 | 24 |
9 | AaB | 19 | 6 | 5 | 8 | 20:27 | 23 |
10 | Silkeborg | 19 | 5 | 7 | 7 | 24:33 | 22 |
11 | AGF | 19 | 5 | 5 | 9 | 27:31 | 20 |
12 | Viborg | 20 | 4 | 4 | 12 | 22:35 | 16 |
13 | Esbjerg | 19 | 3 | 6 | 10 | 20:41 | 15 |
14 | OB | 19 | 3 | 5 | 11 | 14:28 | 14 |