Klokkan var umleið 15 minuttir yvir 10, tá ið fyrsti luttakarin trein á pallin. Brandur var fyrstur. Hann legði út við at spæla lagið »Vøkunátt«. Meðan Brandur spældi og sang var tað eyðsæð, at hann hevur nógv upp á hjarta. Sjálvt tá ið hann ikki syngur, sært tú álvaran í hansara framførslu. Løgini hjá Brandi eru sera góð. Tey eru smíðað rundan um sterkar søgur, og Brandur tulkar søgurnar sera væl. Tú merkir eisini, at har er ein ávís pína, ið fylgir við hansara tónleiki, og hetta ger, at vit sum líða á hava lættari við at fylgja lagnum og liva okkum inn í tess heim. Brandur spælir eisini framúr væl upp á gittar, og hansara undirspæl var sera trygt og gott.
Løgini eru góð. Tey eru stoypt í eina heild, sum rúmar vers, niðurløg og millumstykki, og Brandur setur løgini rættiliga einfalt upp. Har eru ongar óneyðugar, smartar finessir lagdar afturat tónleikinum.
Brandur gjørdi ikki nógv við at práta við áhoyrararnir. Hann var fáorðaður, og lat fokus verða á tónleikinum.
Hæddarpunktið á framførsluni mundi vera lagið »Lands End«, sum var tað triðja og seinasta lagið sum Brandur spældi. Hetta lagið spældi hann eisini í tí innleiðandi umfarinum, og eg haldi at hetta er eitt framúr vakurt lag, sum Brandur spælir sera væl.
Eystein Petersen
Nú settist Eystein á pallin. Hann spælir upp á eina sokallaða »basurka«, og hetta er ein grikskur gittari. Eystein hevði lætt við at práta við fjøldina, og hetta gav ein lættan dám yvir løtuna Eystein spældi og sang fyri okkum. Eystein syngur væl - ikki super væl, men hansara rødd riggar væl til tónleikin.
Løgini hjá Eysteini eru einføld og fitt. Tey snúgva seg einamest um kærleika, og tú sært og hoyrir á honum, at hann elskar at spæla tey fyri okkum. Eystein slapp væl frá síni framførslu, men hann kom ongantíð upp á sama støðið, sum Brandur var á.
Gospel í Hafnia
Síðstur á pallin var puplikumsfavoritturin Petur Háberg. Hann hevði nógvar fjepparar við sær í Loungini, og hetta hoyrdist aftur á geylunum, tá ið hann kom inn á pallin. Vit sum hoyrdu Petur spæla til seinasta innleiðandi umfarið mundi vita, at hann var ein veruligur kandidatur til at vinna alla kappingina. Hann syngur væl, hann spælir væl, og so er hann sera væl dámdur millum áhoyrararnir. Men tá ið tú hoyrdi hann síðustillað við Brand Jacobsen, var tað hóast alt eyðsæð, at Brandur átti munin teirra millum. Tónleikurin sum Petur spælir er popputtur gospel tónleikur, sum er lættur at lurta eftir. Tónleikurin er skrivaður eftir bókini - har er alt sum tað skal vera, og eitt sindur afturat. Har er eitt sindur av fjasið í tónleikinum, so sum óneyðugar krúllur, breaks og endurtøkur, sum gera tað eitt sindur strævið at lurta eftir tí í longdini. Men tað skal ikki verða ivi um, at Petur er eitt stórt talent innan økið. Hann skal halda áfram, tí at hevur dygdirnar til at gerast verulig fólkaogn.
Tá ið Petur spældi visti tú, at hetta var einasti veruligi kappingarneytin hjá Brandi Jacobsen. Men framførslan hjá Brandi var líkasum tyngri, og tí gjørdist ein ikki serliga bilsin tá ið tað var kunngjørt, at Brandur var vinnarin av Singer/Songwriter 2006.
Og hvat nú?
Brandur vinnur tíð í upptøkuhølinum hjá Kringvarpinum, og hetta plagar at koma væl við hjá teimum, sum droyma um at gera eina fløgu ella eina demo. Vit ynskja Brandi góða eydnu haðani.
Tað er sagt fyrr, men eg má vísa á tað enn einaferð. Tað er sera gott at vit hava eina kapping, sum eggjar okkara lag smiðum og sangarum at upptraðkað fyri fólki, men tað er óheppið at spæla tílíkan tónleik fyri fullum fólki, sum ikki hava virðing fyri framførsluni. Tónleikurin er so friðarligur og inniligur, at tað oyðileggur rættiliga nógv at hoyra onkran geyla »Skál« o. s. fr. undir framførsluni. Har vóru nøkur sum vóru meiri upptikin av tí váta enn tónleikinum, og hetta gjørdi onkrar framførslur ambivalentar. Eg haldi at hetta er ein veruligur trupulleiki, sum fyriskipararnir skulu gera okkurt við - tí hetta er respektleyst mótvegis tónleikinum. Tá tað er sagt, so er tað ófatiligt at tað skal vera neyðugt hjá fyriskiparinum at taka spurningin upp, bara tí at nøkur ikki kunnu halda sær frá at gerast ov full, men soleiðis er tað nú einaferð.