Brandur er ov seinur á veg

Stjórin á RecArt, Jens Ove Friis, heldur, at Brandur Enni skuldi longu komið fram sum barnastjørna. Hann er nú komin í ungdómsárini, og tá er kappingin nærmast ógjørlig, tí hann er noyddur at kappast ímóti heimsstjørnum, ið hava stórar altjóða fyritøkur aftanfyri seg.

Ein av høvuðsorsøkunum til, at plátufelagið NAME er farið á heysin, eru vánaligu søluúrslitini í Danmark. Hóast føroyska plátufelagið gjørdi í vár eitt rimmar átak fyri at fáa Brand Enni fram í Danmark, so vóru úrslitini ikki nóg góð. Ikki fleiri enn 1000 fløgur eru seldar av Brandi í Danmark, og tað er væl minni, enn væntað.
Vit hava spurt stjóran í RecArt, hví evnaríki Brandur Enni hevur so torført at vinna fram í Danmark. RecArt var fyrsta plátufelagið í Danmark, sum kom fram við hugtakinum barnastjørnur í Danmark. Plátufelagið hevði eina dundrandi succes við bólkinum Creamy seinast í nítiárunum.
-Í 1999 vóru vit fyrstir við Creamy. Fleiri hava roynt síðan at gjørt okkum hugskotið við barnastjørnum eftir, men tey hava havt stórar trupulleikar, tí hugskotið er roynt áður. Hesi plátufeløgini koma tí í aðru røð. Eg síggi ein líknandi trupulleika við Brandi Enni, tí hann er ov seinur á veg, og tað kann vera ein orsøk, at úrslitini ikki hava verið har, sigur stjórin á RecArt.

Barnastjørnan Brandur
Jens Ove Friis heldur nógv føroyska Brand Enni, bæði sum persóni og ikki minst sum tónleikara. Hann er sannførdur um, at var Brandur komin fram í Danmark fyri nøkrum árum síðan, hevði føroyska poppstjørnan sligið til.
? Brandur var heilt serligur sum barnastjørna, og hann var ikki bara eitt kopi í allari rúgvuni, men sín heilt egin. Trupulleikin í dag er, at Brandur er ikki nøkur barnastjørna, men ein ungdómsstjørna, og tá tosa vit um nakað heilt annað, sigur Jens Ove Friis.
Stjórin á RecArt sigur, at nú er Brandur noyddur at kappast við allar heimsins ungdómsstjørnur, og tá er uppgávan at sláa ígjøgnum nógv torførari og nærmast ógjørlig.
? Ungdómsstjørnurnar í dag hava flest allar stórar altjóða fyritøkur aftanfyri seg, og tá er nærmast ógjørligt at taka kappingina upp. Bara fyri at yvirhøvur at koma upp á tal sum ungdómsstjørna má ein hava eina sterka fígging aftanfyri seg, greiðir Jens Ove Friis frá.