Dysturin, Føroyar - Luksemborg byrjar í dag klokkan 16.30 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Sjúka darvaði Brandi Halgirssyni at spæla dystin ímóti Slovakia í gjár, og hann var noyddur at liggja í songini á gistingarhúsinum, har hann kortini fekk fylgt við landsdystinum.
Í morgun er føroyski verjuskansin aftur frískur, og hann er eins og liðfelagarnir gorhungraður eftir einum sigri ímóti Luksemborg í dag.
FM1 hitti Brand Halgirsson til eitt prát í morgun. Hoyr millum annað føroyska landsliðsleikaran greiða frá hvussu hann upplivdi dystin ímóti Slovakia úr songini við at trýsta undir myndina í greinini.