Brandur er aftur í superliguni

Føroyski landsliðsspælarin verður við, tá ið Randers FC í morgin fer á vitjan í Silkeborg

Fyri fyrstu ferð í ár er Brandur Hendriksson Olsen førur fyri at spæla fótbólt á hægsta støði. Hann er millum teir, sum Randers venjarin hevur við í ferðalagnum, tá ið Randers FC seinnapartin í morgin fer at spæla á útivølli ímóti Silkeborg.

Bæði liðini hava fjúrtan stig. Randers FC er á tólvta plássi, og Silkeborg er á trettanda og næstaftasta plássi.

 

Tað var, tá ið Randers FC í februar var á venjingarlegu, at Brandur Hendriksson Olsen sleit krossbandið. Síðani tá hevur hann miðvíst og við stórum toli arbeitt fyri at koma fyri seg aftur.

Um miðjan september var hann fyrstu ferð á vøllinum aftur. Tá varð roknað við, at hann fór ikki at vera førur fyri at spæla aftur fyrrenn eftir árssmiftið, men nú er hann so mikið væl fyri, at venjarin hevur boðsent honum at vera við í ferðalagnum í morgin.

 

Hetta eru eisini kærkomin tíðindini fyri Lars Olsen, landsliðsvenjara, og føroyska landsliðið. Brandur Henriksson Olsen, sum 19. desember verður 22 ár, hevur ikki verið á landsliðnum síðani 13. november í fjør, tá ið Føroyar taptu 2-0 á útivølli ímóti Sveis. Hann hevur spælt fjúrtan landsdystir og skorað tvey mál.

 

Umframt á útivølli ímóti Silkebrog í morgin eigur Randers FC ein annan dyst efit í ár. Hann verður a heimavølli ímóti FC Midtjylland mánakvøldið 11. desember.