Brandur arbeiðir í løtuni við at leggja síðstu hond á komandi fløguna, og hann samstarvar við kenda svenska framleiðaran Christoffer Lundquist, ið spældi í Brainpool, men sum nú hevur upptøkuhølini Aerosol Grey Machine. Hann hevur arbeitt við fólkum sum Per Gessle (Roxette), Gyllene Tider, Ed Harcourt, Ulf Lundell, Moneybrother og Roxette.
Um samstarvið millum Brand og Christoffer siga fólkini aftanfyri fløguútgávuna, at við tveimum evnaríkum í somu hølum, so var væntandi, at okkurt gott spurdist burturúr, og so er eisni. Góður tónleikur er komin burturúr samstarvinum, tónleikur, ið hevur røtur í sekstiáratónum, men sum hevur tikið krókutar vegir framá via Elton John, Simon & Garfunkel, Gilbert O’ Sullivan og nútímans stjørnur sum t.d. Mika, Gavin DeGraw og Jason Mraz.
Vakrar balladur, ymsir stílar, men tó er góðskan og tað persónliga altíð fremst.
Fyrsta staklagið er úti nú og nevnist Some times Truth Needs A Lie.
Brandur syngur betri enn nakrantíð, og leikar umframt guitar, piano og horn.
Brandur er 20 ára gamal, floygdur, og klártur at royna veingir sínar. Nú ikki longur sum barnastjørna, men sum vaksin. Síðani hann fór til Svøríkis í útbúgvingarørindum, hevur gingist honum væl. Hann er komin í samband við fólk innan tonleikavinnuan, hevur luttikið í svenskum melodi grandprix og sang svensku umsetingina av High School Musical. Og nú stendur hann brátt við eini svenskt framleiddari fyrstafloks fløgu, og tað eru óivað mong onnur, ið eisini vilja hava hesa fløguna.
Um smáar tvær vikur verður Brandur Enni á palli á Jóansøkufestivalinum.
Til ber at vitja
www.myspace.com/brandurenni
www.lionheart-int.com
www.mlp.se