Føroyski sangarin Brandur Enni skal um vikuskiftið syngja saman við eini rúgvu av kendum nøvnum í donsku tónleikavinnuni.
Men tað, sum kanska er meira spennandi, er, at millum teir 2200 áhoyrararnar verða fólk, sum fáast við undirhaldsvinnuna í Danmark ? fjølmiðlafólk, bookingfeløg, hotell, fyritøkur, kommunir og onnur.
Brandur skal syngja sangin »Boys from America«, og saman við honum á pallinum verða eisini dansigentur frá dansiskúlanum hjá Freddie Petersen.
Kend nøvn eru við
Millum hinar sangararnar, sum verða á pallinum í Falkoner Centrinum hetta kvøldið, eru Amin Jensen, Jette Torp, Søren Pilmark, Peter Mygind, Kim Sjøgren og onnur. Eisini eru fólk úr Svøríki við til tiltakið.
Jens Krøyer, ið nógv munnu kenna sum klaverspælara frá sendingini »Hit med sangen« stendur fyri tónleikaliga partinum, og kendi sjónleikarin Flemming Jensen verður frásøgumaður.
Iris upp í leikin
Tað er Iris í Klaksvík, sum saman danska felagnum Eugen Taimer Entertainment er farið undir at føra Brand frammi uttanlands.
Frá IRIS í Klaksvík verður sagt, at teir krossa fingrar fyri Brandi, og teir takka sínum stuðlum til tiltaki ? Postverk Føroya, Atlantic Airways og Føroya Banka.