Brandur byrjar inni

18 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen byrjar inni móti Ungarn.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur á tíðindafundi boða frá, at 18 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen byrjar inn á framrættaða miðvøllinum móti Ungarn í annaðkvøld.

 

Føroyska liðið hevði í dag tíðindafund undan venjingini, sum byrjaði klokkan 10.30. Við sær á tíðindafundinum hevði Lars Olsen 18 ára gamla FCK spælaran, Brandur H. Olsen. Hann staðfesti eisini, at miðvallarin byrjar inni.

 

- Ja, eg kann siga so mikið sum, at Brandur byrjar inni í annaðkvøld. Hann kemur at spæla á framrættaða miðvøllinum, sigur Lars Olsen.

 

Brandur fekk debut á A-landsliðnum, tá hann kom inn í seinna hálvleki móti Norðurírlandi í Belfast.

 

- Eg eri ótrúliga spentur og gleði meg at sleppa at hjálpa landsliðnum, sigur Brandur, ið ikki tykist fjálturstungin av støðuni.

 

Lars Olsen hevur ikki endaliga gjørt av hvør byrjar inni, men sigur at tað verða tvær til tríggjar broytingar á liðnum.