FCK er danskur steypavinnari. Tað er veruleiki eftir spennandi og málríkari steypafinalu ímóti FC Vestsjælland, ið endaði 3-2 til danska stórfelagið. Og føroyski Brandur Olsen eigur so avgjørt sín lut í hesum sigrinum.
Støðan var 2-1 til FCK, tá ið Brandur varð innskiftur í 84. minutti. Tíverri fyri Brand og liðfelagar hansara, so javnaði Vestsjælland til 2-2 í 88. minutti. Tískil var neyðugt við longdari leiktíð.
Og í longdu leiktíðini gjørdi 19 ára gamli skálavíkingurin bart. Við einum góðum langskoti skoraði føroyingurin til 3-2 og gjørdist tískil stóra hetjan hjá størsta felagnum í Danmark.
Í samrøðu við TV3+ var føroyingurin sum væntað sera fegin og kensluborin um sigurin, ið hansara mál førdi við sær.