Skálvíkingur í danska stórfelagnum er valdur til ársins U19 spælara í felagnum í ár. Hann hevur verið ein lyklaspælari í UEFA Youth League kappingini, sum er ein Champions League kappingin fyri U19 lið.
Hann hevur við jøvnum millumbilum vant við besta liðnum hjá FCK, sum nú eisini hevur ynskt at longt sáttmálan við føroyska U21 landsliðsmiðvallaran. Brandur H. Olsen skal við besta liðnum á venjingarlegu, sum helst verður í Portugal, nú liðini fyrireika seg til eitt nýtt kappingarár.
Nýggi sáttmálin er galdandi fyri eitt ár.