Ungi skálavíkingurin, sum fyri kortum skeyt brotsspark fyri FCK í brotssparkskapping, sat á beinkinum, tá ið FCK sigraðu á Brøndby seinnapartin.
Talan var um grannauppgerð millum keypmannahavnar risararnar, FCK og Brøndby, sum seinnu árini hevur stríðst við at halda seg yvir miðlinjuna.
Brandur Olsen varð millum teir 18 úttiknu FCK leikararnar til dystin, og hevði fingið ógvuliga góð skoðsmál frá høvuðsvenjaranum undan dystinum.
Hósdagin varð hann skiftur inn móti Randers í hálvfinaludysti í donsku steypakappingini. Ståle Solbakken, høvuðsvenjari í FCK, setti sítt álit á sterku psykuna hjá Brandi, og varð hann settur sum annar skjútti í brotsparkskappingini. Her sveik skálavíkinguirin ikki, og sendi bóltin trygt upp móti vinstra horni.
Í dag slapp Brandur ikki upp í part, tá ið liðfelagarnir gjørdu av við grannarnar úr Brøndby við einum 3-1 sigri. FCK roynir framvegis at elta FC Midtjylland, sum liggur trygt á fyrsta plássi við seks stigum fleiri og einum dysti minni enn FCK.