- Ja, tú sært. Tað er munur á hesari brandstøðini og hini gomlu. Hygg, hon var haruppi. Har var einki pláss fyri bilum. Einki pláss fyri fólkinum. Alt hetta hava vit í dag.
- Men hinvegin, eftir tað sum nú er hent, veit eg ikki rættiliga, hvat fer at henda við okkum, sigur Símin Simonsen, brandmeistari í Vestmanna, nú vit hava sett honum stevnu á brandstøðini á nátturða í gjárkvøldið.
Ein skuldi kanska betri sagt: fyrrverandi. Tí hann hevur hann nú ætlanir um at siga seg úr starvi, sum eitt mótmæli ímóti ætlanini hjá bygdaráðnum.
Bygdaráðið hevur nevniliga tikið avgerð um at selja brandstøðina í bygdini til annað endamál. Og tað er gjørt uttan at brandmeistarin sjálvur ella brunanevndin í bygdini vóru eftirspurd.
Sløkkiliðið hevur sjálvt offrað eitt ótal av tímum við at byggja hesa støðina upp og gera hana til tað, sum hon í roynd og veru er í dag, her hon liggur miðskeiðis í bygdini og á havnarlagnum í Vestmanna.
Teir høvdu eisini ymiskar ætlanir í framtíðini, m.a. um at keypa sær ein skjóttgangandi bát.
- Men nú, - tja, nú veit eg einki, sigur brandmeistarin í Vestmanna.
Klokkan er farin av seks í gjárkvøldið. Hann hevur boðað hinum sløkkiliðsmonnunum til fundar kl. 19.
Millum málini, ið tosast skal um er framtíð hansara sum brandmeistari og helst eisini hjá hinum sløkkiliðsmonnunum!
Selt er selt!
Tað er skilligt, at Símin er ikki sørt argur, nú hann vísir okkum runt í brandstøðini sum lýkur øll krøv, ið sett verða eini slíkari.
- Eg komi simpelthen ikki yvir tað, at kommunan soleiðis hevur selt bygningin undan okkum og uttan at boða okkum frá!
Tað var Kvinnulistin í Vestmanna, sum setti ætlanina við brandstøðini í verk. At byrja við var kanska ikki øllum eins greitt at neyðugt var við nýggjari brandstøð, men í dag ivast neyvan nakar vestmenningur í, at hetta var ein røtt avgerð.
Sløkkiliðsmenn hava síðani brúkt hundraðtals tímar at gera alt so vakurt og snøgt inni í høllini. Og teir høvdu enntá lagt ætlanir um at hava eina móttøku á staðnum, soleiðis at fólkið og ikki minst bygdarráðslimirnir! kundu síggja snotuligu hølini og útgerðina, sum finst har.
Símin tosar fyri teir allar, tá hann sigur at teir hava verið sera glaðir fyri hesa høllina. Ætlanin var nú líka at fínpussa okkurt fyrst, og síðani skuldi móttøkan verða.
- Men nú vendist ikki aftur. Selt er selt, staðfestir Símin sorgarbundin á málinum.
Við síðuna av tí stóra rúminum har bilarnir standa hava menninir innrættað eina skrivstovu, toilett og brúsurúm og eitt goymslurúm. Og sum alt hitt, er hetta eisini framt við nærlagni og list.
Símin fær ikki greitt okkum rættiliga frá øllum her inni, tí fartelefon hansara ringir í heilum. Tað eru bygdarfólk sum ringja til hansara.
- Tey vilja vita, um tað veruliga kann passa at kommunan hevur selt brandstøðina. Og hvat skal eg svara: Eg má bara svara játtandi, sigur hann, - nú eitt sindur ilskari á málinum.
Hugstoytt
Uppi á loftinum sæst eisini farvegur eftir sveitta og nógvum arbeiðstímum hjá sløkkiliðsmonnunum í Vestmanna.
Har er ein stór kantina, sum rúmar 50 sitandi fólkum. Her er eisini ein góður køkur við tí sum hartil hoyrir.
- Ja, umstøðurnar vóru um at koma undir land, sært tú. Men tað skuldi tað helst eisini, tí eg sjálvur havi verið sløkkiliðsmaður í 30 ár og brandmeistari í 10
- Men í dag er tað sera hugstoytt at standa her. Nú fáa vit ikki so frægt sum loyvi at brúka tað sjálvir. Tað er forferdiligt, tað sum kommunan nú hevur gjørt, sigur Símin Simonsen álvarsamur.
Hann sigur seg nærum ikki hava fingið blund í eyguni, síðani hann frætti hetta. Tí, sum hann tekur til:
- Kommunan hevur lagt eitt roykslør yvir eitt so týðandi sjálvboðið arbeiði í bygdini.