Ein telefonpassari er allatíðina á vakt á Brandstøðini. Annars sleppur ongin inn. Tey fáu, sum eru til arbeiðis, eru sett til uppgávur, sum hava ligið á láni, sigur brandmeistarin, Heini S. Østerø, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Sløkkiliðsfólkini eru ikki á støðini.
Brandmeistarin hevur givið boð um, at tey skulu halda seg langt vekk, og tey sleppa sostatt heldur ikki til tær regluligu kaffiløturnar á støðini, har allir trupulleikar annars vórðu loystir og ætlanir lagdar fyri dagin og vikuna.
Hinvegin eru øll sløkkiliðsfólkini klár at traðka til, um okkurt skuldi hent.