Brandstøðin í Havn 75 ár

Í morgin 1. oktober verður Brandstøðin í Havn 75 ár Hátíðardagin verður opið hús á støðini við Oyggjarvegin frá klokkan 10 til 17. Kl 16 bjóðar Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri, vælkomin og síðani fer Høgni Joensen, skúlastjóri, at taka saman um søguna hjá Brandstøðini. Eftir hetta verður møguleiki at bera fram heilsanir. Afturvið einum drekkamunni ber til at síggja gamlar og nýggjar brandbilar og sløkkiútgerðina, sum er á støðini.

Tað var í 1994 at Brandstøðin flutti í núverandi høli við Oyggjarvegin. Framman undan hevði Brandstøðin hildið til í Varðagøtu síðani 1965.

Fleiri akfør eru á brandstøðini. Teirra millum eru tvær sproytur, ein tangabilur og ein stigabilur. Eisini eru tveir leiðarabilar á støðini. Elsta sproytan á brandstøðini er ein sannur savnslutur. Hon er frá 1776 og hevur áskriftina ?Den kongelige Handel Thorshavn?.

Elsti brandbilurin er frá 1937. Hann er av slagnum Triangel og varð keyptur til Føroya í 1962 fyri 800 krónur.

Á Brandstøðini er um 30 sløkkiliðsfólk, umframt mekanikarar og skrivstovufólk. Øll eru vælkomin til 75 ára tiltakið á Brandstøðini í Havn, sigur Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.