Brandstøðin basti olju á Havnarvág

Stutt eftir døgurða sunnudagin noyddist Brandstøðin í Havn í hernað við oljusperringum á Havnarvág, tí olja var likin úr einum russara, sum lá við Oljukaiuna og tók olju.

Hetta var eitt hendiligt óhapp. Dagin fyri, teir skuldu taka olju, høvdu teir fingist við trollemmarnar har afturi og uttan, at manningin visti av, hevði lemmurin í bakborð grivið hol á skipssíðuna, har oljutangin var beint innanfyri. Tá ið so oljan í tanganum vaks upp til holið í skipssíðuni, sprændi hon út á sjógv. Hetta løgdu teir ikki til merkis beinanvegin. Tí noyddist Brandstøðin í Havn uppí leikin fyri at taka oljuna uppaftur.
Gekk væl
Anfinn Reinert, ið starvast sum innsats-leiðari á Brandstøðini í Havn, sigur, at teir beinanvegin fóru í holt við at fáa tamarhald á oljuni, og hetta gekk væl eftir umstøðunum.
- Tað var eitt frískt lot, og hetta tarnaði arbeiðinum nakað, tí oljan rekur skjótt omaná sjónum. Vit løgdu 150 metrar av flótisperringum fyri at dekka oljuna inni. Kortini rak ein partur inn ímóti Farstøðini og inn í krókin á Bursatanga.
Anfinn sigur, at teir fóru undir at taka oljuna uppaftur seinnapartin sunnudagin, men klokkan var út við 23 sunnukvøldið, áðrenn teir fóru til hús. Mánamorgunin vóru teir aftur á staðnum og tóku oljusperringar upp.
- Vit hava tvey sløg av sperringum, sum vit nýta, tá ið tílíkt hendir. Annað slagið er vanligar sperringar, sum vit brúka, tá ið vit samla oljuna saman. Síðan verður hon sogin upp við slamsúgvara. Hitt slagið er ein eingangs sperring, sum sýgur oljuna til sín. Í hesum førinum brúktu vit bæði sløgini.
Á middegi mánadagin lá enn nakað av olju í krókinum úti við Skipafelag Føroya, men Anfinn Reinert vísir á, at oljan dampast skjótt upp av sjónum, serliga tá ið tað er lýtt í veðrinum.
- Eg vil siga, at tað gekk betur enn væntað at taka oljuna uppaftur.
Innsats-leiðarin á Brandstøðini vil ikki koma við einum boði uppá, hvussu nógv olja lak úr russaranum hendan dagin við Oljukaiuna í Havn.