Brandskúla við Áir og í Klaksvík - einki er broytt í føroyskum politikki

Valár er, tað ferskasta dømi er, at uppsagdi landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum avgjørdi, at brandskúli o.a. fyri sjófólk við fiskiskipum og handilsskipum skal liggja í Klaksvík.

Hví tað skuldi til Klaksvíkar er ikki so ringt at hugsa sær, tá ið ein veit hvønn flokk fyrrverandi landsstýrismaður umboðar og hvør er valdur fyir henda flokk í Norðoyggjum.

Eg haldi at øll vinnan sum hevur við sjófólk at gera er samd um, at brandskúlin við Aír er ein góður skúli, við góðum lærarum. Áir liggur sentralt í landinum og avsíðis frá bygdum øki, so at roykur frá brandskúlanum nervar umráði sum minst. Bygningar til brandskúlan eru har og møguleiki til innivist er eisini tilstaðar, somuleiðis eru møguleikar til útbyggingar eisini við Áir.

Eisini skulu oljufeløg vera hugaði at stuðla einari útbyugging við Áir við tilfari, soleiðis at útbyggingin blívur so bílig sum gjørligt.

Tá ið man veit, at eitt uppskot hevur ligið í landsstýrinum til útbygging av brandskúlanum við Áir, so at hesin kann blíva ein miðdepil fyri allari undirvísing av sjóvólki, viðvíkjandi brand-, roykkavara og trygdarskeiðum, sum krevjast í dag av sjóvinnumyndugleikunum og oljuvinnuni er flytingin til Klaksvíkar ikki væl umhugsað.

Í Klaksvík kunnu sjófólk taka eitt trygdarskeið, sum sjóvinnumyndugleikarnir krevja, men uttan at taka nakað frá hesum skeiði, so er veruleikin tann, at føroyingar sum fara at sigla við skipum t.d. úr Hollandi, mugu fara á trygdarskeið í Hollandi. At tað føroyska skeiðið ikki er viðurkent í altjóða høpi kann eg ikki trúgva, tí so er tað »næstan« eingin grund til á fara á skeiðið.

Hesin politikkur, við at tær smáu kommunurnar har okkurt virksemi er allatíðina skulu verða fyri miss, meðan tær stóru bert skulu hava meir, er harmiligur.


Finnleif Guttesen,

Tvøroyri