Í samband við venjingar hjá kavarum hjá brandstøðini, hava fleiri sirenur verið at hoyra í dag. Tað er ikki nøkur neyðstøða, greiðir løgreglan frá. Tað eru kavarar hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sum eru undir útbúgving og hetta hevur við sær, at millum annað bilar verða koyrdir á sjógv.