Brandbilurin koyrdi útav

Tilbúgvingarvenjingin Tjaldur 2018 fekk eina torføra byrjan

Í dag hevur stóra tilbúgvingarvenjingin Tjaldur 2018 verið vesturi í Vágum.

 

Støðan, sum tilbúgvingarvenjingin ímyndaði, var at eitt flogfar hjá Atlantic Airways, á veg til Føroya úr Spania, datt niður beint áðrenn tað setti seg á breytina. Venjingin var tí staðsett við eystara enda á flogbreytini, oman móti vatninum.

 

Sløkkiliðini í Vágum, Vestmanna sløkkilið og Kvívikar sløkkilið, Vága Bjargingarfelag, tilbúgvingartoymið á Vága Floghavn, løgreglan, sjúkraflutningstænastan, MRCC og Arktisk Kommandi tóku lut í venjingini.

 

Tilsamans vóru eini 400 fólk við í venjingini. Av teimum vóru 119 ung, sum spældu leiklutin sum særd. 

 

Bilvrak vóru sett ymsa staðni á økinum, sum skuldu ímynda brennandi vraklutir. Klæðir, kuffert og annað, sum vanliga sæst í flogførum, vóru spjadd um økið, og tey 119 ungu og nøkur ikki so ung, vóru ymsa staðni á økinum.

 

Klokkan 16.45 byrjaði venjingin og eldur bleiv festur í bilarnar. Síðani gekk ein løta, áðrenn fyrstu sløkkiliðsbilarnir komu á staðið.

 

Venjingin fekk eina trilvandi byrjan, tí annar av stóru sløkkiliðsbilunum hjá Vága Floghavn koyrdi út av vegnum og stóð fastur í móruni. Hetta darvaði sum vera man sløkkiarbeiðinum. Ein traktorur frá Vága Floghavn royndi síðani at hála sløkkiliðsbilin, men tey 40 tonsini, sum hann vigar, við teimum 9.000 litrunum av vatni og góða einum tonsi av skúmi í, vóru ov tung. Tað hjálpti heldur ikki at tøma bilin.

 

So við og við komu so onnur neyðsendarakfør, eldarnir vóru sløktir og tey skaddu fingu hjálp.

 

Endamálið við tílíkum venjingum er fyrst og fremst at avdúka veikleikar í tilbúgvingini.

 

Millum teir mongu luttakararnar vóru eisini fleiri eygleiðarar, sum nú skulu skriva frágreiðing um arbeiðið og tað, sum teir sóu.