Brandan siglir stevnugestir

Fleiri eru, sum bjóða sær at sigla ferðafólk til ovastevnu Brandan er skjóttgangandi bátur, sum hevur loyvi at taka 12 ferðafólk. Túrurin til Nólsoyar í farinum tekur einans fimm minuttir, so illa ber til at siga annað, enn at talan er um ómaksleysa ferð.

Siglt verður av Burstatanga í Havn, men lagt verður afturat, at er áhugi fyri at sigla stevnugestir til ella úr Eysturoynni, er hetta eingin trupulleiki.

Eisini verður sagt, at Norðlýsið er til reiðar at gera onkran leigutúrin, skuldi áhugi verið fyri hesum.