Fleiri, sum fyri stuttum komu fram við Hotel Brandan í Havn, hugdu eina eyka ferð, tí uttan fyri nýggja gistingarhúsið stóðu fleiri brandbilar. Tó sást ongin eldur og heldur ongin roykur.
Løgreglan upplýsir, at talan er bert um venjing. Brandfólk í Havn hava regliliga venjing, og tað kemur meira enn so fyri, at fólk halda álvara vera í hesum.
- Vanligt er at brandliðini hava venjing hvønn, ella annan hvønn, hósdag. Hetta eru regluligar venjingar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
So har er onki at órógvast um?
- Nei, vónandi ikki. Hetta er bert reglulig venjing, sigur vakthavandi.