18. UMFAR SAMANUM
Ferð varð sunnudagin sett á aftur fótbóltskappingina. Í Gundadali endaði grannauppgerðin og oddabrakið við javnleiki. Samstundis vann Skála fyri aðru ferð í ár og fyri aðru ferð yvirhøvur í landskappingini í Gøtu. Harvið er púra javnt í toppinum. Skála, HB og B36 hava øll 36 stig, og tað ber ikki til at fáa størri spenning í.
NSÍ tryggjaði sær trý stig. Harvið togaðu teir í Runavík seg tvey stig nærri havnarfeløgunum báðum. Hvussu kappingarárið fer at hilnast hjá NSÍ, og hvussu toppstríðið yvirhøvur fer at tørna út, verður ikki minst treytað av, hvussu tað fer at roynast, tá ið nítjanda umfarið sambært skipanini verður á skránni nú leygardagin.
Tað verður spælt leygardagin, tí tað annan mikudag verður landsdystur. Tá fara Føroyar at spæla sera spennandi HM undankappingardyst móti Kypros.
Leygardagurin verður søguligur á tann hátt, at hetta fer at verða fyrsta ferðin nakrantíð, at nítjanda umfarið í landskappingini verður á skránni. Síðani besta deildin í 1988 varð víðkað at fevna um tíggju lið, hava átjan umfør verið á skránni. Nú eru 27 umfør á skránni, og leygardagin verður farið undir síðsta triðingin av landskappingini.
Tey fýra í toppinum fara at dystast innanhýsis leygardagin. Optimali oddadysturin verður á Skála, har B36 fer at vitja fyri aðru ferð í ár. Fyrru ferðina var úrslitið 1-1. NSÍ fer fyri fyrstu ferð í ár at fáa vitjan av havnarfelag. Teir í Runavík hava tvær ferðir verið í Havnini og spælt móti B36 og tvær ferðir hava teir verið í Gundadali og hitt HB. Nú skulu havnarfeløgini til Runavíkar. Leygardagin verður tað HB, og annan sunnudag skal B36 spæla við Løkin.
At B36 skal spæla á Skála og HB í Runavík leygardagin ber við sær, at tað fyri aðru ferð í ár ikki verður 1. deildarfótbóltur í Gundadali. Tað er sjáldsamt.
NSÍ fekk trý stig móti KÍ. Um tað fer at eydnast teimum at fáa fulla úrtøku burturúr báðum royndunum á heimavølli móti teimum úr høvuðsstaðnum, so kann tað fara at gerast heilt spennandi hjá Trygva Mortensen og hansara monnum.
EB/Streymur skal heldur ikki undirmetast. Teir eru tíggju stig frá heiðursmerkjunum, sum teir framvegis eiga til góða at vinna. Men EB/Streymur eigur heimavøll á móti HB, B36 og SKÁLA, og soleiðis sum teir leikaðu í fyrra partin av uppgerðini móti VB, so skulu teir í Sundalagnum ikki avskrivast.
Eftir átjan umfør eru tað tó tey trý ovastu, sum mugu metast at vera bestu boðini upp á meistaraskapin. Hesi trý feløgini tykjast eisini at vera rættuliga væl fyri, hvat fólki viðvíkur. Skála og B36 spældu sunnudagin við teimum liðunum, sum hava borið teir fram til góðu støðurnar, sum tey eru í.
Hjá HB stóð eitt sindur verri til við fólki. Teir vóru noyddi at umskipa miðvøllin, men tað tóktist ikki bila. Málskjúttin, Vagnur Mohr Mortensen, hevur ikki spælt nógv í ár orsaka av skaða, men hann stóð seg væl, og tað gjørdi Svenn Dam Jacobsen, sum rættuliga tykist vera komin fyri seg, eisini.
Færri í botninum
Lakasta árið nakrantíð hjá KÍ var í 1988. Tað plagar at verða sagt, at ta ferðina vóru teir bara hondsbreidd frá at flyta niður. Hetta árið spældu teir sjey landskappingardystir á tað uttan at fáa fulla úrtøku. Hetta keðiliga metið hjá klaksvíkingum fall sunnudagin. Dysturin móti NSÍ var tann áttandi landskappingardysturin á rað, at KÍ ikki fekk fulla úrtøku!
Serliga í 2. hálvleiki í Runavík sást á KÍ hugburðinum, at álvarin er um at ganga upp fyri teimum, og tá ið liðið verður tikið mann fyri mann, so er tað óskiljandi, at KÍ skal vera so illa statt. Stóri trupulleikin hjá KÍ nú tykist vera, at teir megna ikki at skjóta mál. Í átta teimum seinastu royndunum hava teir bara skorað fýra mál tilsaman! Mótstøðumenninir hava fingið 21.
TB er undir liðini á KÍ. Tað eru hesi bæði heiðurskrýndu feløgini, sum í løtuni eru uppløgdu kandidatarnir til beinleiðis niðurflytingar plássið. Tvørámenn taptu fyrra so at siga finaludystin 1-0. Seinna royndin verður, tá ið KÍ leygardagin fer at spæla á Sevmýri. Málleysur javnleikur kundi verið upplagdur, og hjá møguligum tapara fer at síggja heilt illa út. Fýra tær næstu ferðirnar skal TB spæla móti HB, NSÍ, B36 og EB/Streymi!
Hjá KÍ sær tað sambært støðutalvuni ikki stórt lættari út næstu vikurnar. Men um klaksvíkingar skulu hugsa um at bjarga sær, so mugu teir ivaleyst savna sær stig, áðrenn kappingin verður alt ov gomul. Í trimum teimum seinastu umførunum skal KÍ spæla í Gundadali móti B36 og HB og á heimavølli móti NSÍ.
Hóast teir taptu hesa ferð, so varðveittu bæði vágbingar og steypavinnararnir í Gøtu fjarstøðuna til botnin. Men serliga avrikið hjá VB setur spurnartekin við, hvussu teir eru fyri. Leygardagin verður innanhýsis uppgerð millum hesi bæði feløgini í Gøtu.
Fuglfirðingar draga andan eitt sindur lættari. Teir lyftu sær trý stig frá TB og KÍ, og sjálvandi kom tað serliga væl við, at teir aftur lyftu sær upp um grannarnar úr Gøtu, sum á Ólavsøku tóku steypið frá teimum.
Bæði í toppinum og botninum er spenningurin sera stórur, og tað fer ivaleyst at vera nógv guva undir ketlunum upp undir næsta vikuskiftið.