Tey átta liðini, sum vóru í pottinum til lutakastið, spæla øll í Effo-deildini, og tí er lítið at ivast í, at talan í flestu førunum verður um tættari uppgerðir enn tað, sum í fleiri førum var galdandi í fyrsta umfarinum av steypakappingini.
Hóast spenningurin avgjørt er til staðar í øllum fýra uppgerðunum, so tykist størsta brakið vera í Sarpugerði, har KÍ fer á vitjan hjá Víkingi, sum hevur vunnið kappingini seinastu tvey árini.
Steypaliðið yvir øllum seinnu árini, EB/Streymur, spælir á heimavølli móti NSÍ, HB skal aftur spæla grannauppgerð – hesa ferð á Argjum – og á Toftum spæla B68 og ÍF.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar 27. apríl, og dystirnir eru altso hesir:
Víkingur-KÍ
AB-HB
EB/Streymur-NSÍ
B68-ÍF