Hoyvíkingar hava stóran part av árinum - serstakliga í endaspælinum - verið mettir sum nærum tryggir finaluluttakarar. Tapið fyri Kyndli fyri 10 døgum síðani hevði tó við sær, at munurin til næstu liðini tódnaði, og tá teir ikki spældu sunnudagin, kundi Kyndil fara framvið.
Meistarar og avbjóðarar
Enn hava hoyvíkingar tó ein dyst til góðar, men hesin er alt annað enn lættur. Meistararnir úr VÍF koma nevnliga á vitjan hjá liðnum, sum mong rokna sum størsti avbjóðarin, og tað kann væl gerast ein heilt undirhaldandi dystur.
Tríggjar ferðir áður hava liðini hitst í ár. Teir báðar dystirnar í Vestmanna hevur VÍF vunnið tepurt, men H71 tók stigini, tá liðini dystaðust í Hoyvík í grundspælinum.
Megna hoyvíkingarnir at endurtaka tann sigurin, so fer at síggja heilt gott út hjá teimum. Tá verða tvey stig niður til triða plássið undan teimum trimum seinastu dystunum. Tríggir dystir, sum millum annað innihalda uppgerðir móti teimum báðum veikastu liðunum í bólkinum.
Hinvegin kann talan gerast um heilt trupla støðu, verður talan ikki um sigur. Ein støða, sum vestmenningar so sanniliga eisini kunnu skriva undir uppá. Meistararnir eru snøgt sagt tvingaðir at vinna. Ikki minst, tí eftirverandi skráin inniheldur útidyst móti Kyndli og heimadyst móti StÍF. Tveir dystir, har VÍF ikki pr. automatikk skal rokna við fýra stigum, og tí mugu hesi í stóran mun fáast aðra staðni frá, um vestmenningarnir ætla sær at vera partur av FM-finaluni.