FLOGBÓLTUR
Tveir dystir vera á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum leygardagin. Annar av hesum verður í Kollafirði, har KÍF tekur ímóti TB. TB liggur beint í hølunum á oddaliðnum Drátti, og tí mugu tær vinna dystin, fyri at hanga í toppinum. Hjá KÍF ræður um at koma í gongd aftur. Tær hava ikki vunnið síðani fyrsta umfar, men mikudagin vístu tær nakað av rætta viljanum, tá tær taptu 3-2 í Sørvági ímóti SÍ. Um KÍF kann finna hetta spælið fram aftur, so er ikki óhugsandi, at tær kunnu vinna á TB leygardagin.
Mesti spenningurin tykist tó vera um hin dystin, sum verður á skránni í meistaradeildini hjá kvinnum leygardagin. Her tekur SÍ ímóti Drátti í Sørvági.
Oddaliðið, Dattur, hevur bert tapt ein dyst í ár, og hesin var ímóti júst SÍ, sum tær møttu í næsta umfarið. Eftir tann dystin hevur gingið strúkandi hjá Drátti. Tær hava vunnið allar dystirnar, og síðstu tvey umførini hava tær vunnið á hinum báðum toppliðunum, so gongdin hevur verið sera góð hjá Drátti síðstu dystirnar.
So væl hevur ikki gingið hjá SÍ síðstu dystirnar. Mikudagin tóku tær ímóti KÍF í Sørvági, og eftir tvey tap á rað, eydnaðist endiliga aftur at vinna hjá sørvágskvinnum. Tær vunnu dystin 3-2, so nú tykist tær hava funnið stevið aftur.
Spennandi verður at síggja, um SÍ enn einaferð megnar at koppa Drátti, ella um Dráttur fer at halda fast um góða gongdina, og vinna enn eitt av hinum oddaliðunum hetta vikuskiftið.










