Tá tekur Víkingur nevnliga ímóti EB/Streymi í Sarpugerði, og tað er nógv, sum bendir á, at talan verður um veruligt brak.
Bæði liðini vórðu undan kappingini mett sum tvey av teimum, sum kunnu gera seg galdandi heilt frammi í oddinum, og við ávíkavist seks og sjey stigum fyri fyrstu fýra dystirnar, eru ráðini ikki til tey heilt stóru mistøkini.
Tí verður talan við vissu um ein dyst, har báðir partar vilja gera alt fyri at vinna, so tað er øll orsøk at rokna við 90 undirhaldandi minuttum.