Brak á Hálsi

Fyrsta útgávan av stóra klassikaranum í føroyskum manshondbólti verður leikt um vikuskiftið. Og bæði Neistin og StÍF skulu nú royna at ressast aftur

Hondbóltur


Tað verður ikki meira spennandi enn tað sama. Seinasti og altavgerandi dysturin í manskappingini í hondbólti í vár millum Kyndil og VÍF varð ikki avgjørdur, fyrr enn klokkan stóð á 30.00. Brotskastið, sum Jónleif Sólsker tá setti í netið, bjargaði Kyndli javnleikin og harvið føroyameistaraheitið, og so kundu grønu viðhaldsfólkini fegnast, meðan vestmenningarnir ilskaðust um brotskastið, sum teir ikki vildu kennast við.
 
Nervin verður har
Sunnudagin hittast somu liðini við somu dómarum, og tó at talan neyvan verður um sama intensitet og sama spenning, so er einki at ivast í, at talan er um ein dyst, sum fer at hava stóran áhuga. At talan so eisini er um tey bæði liðini, sum higartil hava staðið seg best í kappingini, fer á ongan hátt at gera spenningin minni.
                      VÍF hevur higartil gjørt tað til sína sergrein at vinna teprar sigrar. So leingi sum munurin er eitt mál, so koma stigini til høldar, tykist hugburðurin at hava verið, og heldur tað aftur hesaferð, so er einki at ivast í, at tey í VÍF eru vælnøgd. Hinvegin er einki dulsmál, at skal VÍF gera sær vónir um stig sunnudagin, so skal avrikið helst verða nakað betri, enn tað var seinast, tá teir vóru mest sum hepnir við at toga sær tvey stig burtur úr dystinum móti KÍF.
                      Tí eftir eitt sjokk-tap fyri KÍF í fyrsta umfarinum, hevur Kyndil verið mest sum flúgvandi. Bæði Neistin og StÍF eru send heim við stórum ósigrum, og kann sama skjóta spælið fasthaldast sunnudagin, so kann tað sama væl henda enn einaferð. Tað kann tó væl hugsast, at nervin í dystinum hesaferð verður ein annar, enn hann hevur verið tær báðar ferðirnar. Er tað nakað, sum hesi lið ikki vilja, so er tað at tapa fyri hvørjum øðrum, og tí er tað einasta, sum tykist heilt víst, at kreftirnar fara ikki at verða spardar sunnudagin.
 
Neistin og StÍF í mótbrekku
Leygardagin verður tó eisini hondbóltur í Havn. Neistin skal á heimavølli móti KÍF royna at sannføra um, at teir hava eitt betri lið, enn stigaleysa stigatalvan ber boð um. Tað líkist kanska ikki eini heilt vónleysari uppgávu móti KÍF, men hinvegin hava kollfirðingar í nógvar mátar roynst drúgvari, enn fólk høvdu roknað við hesar fyrstu dystirnar.
                      Seinasti dysturin verður á Skála sunnudagin, har StÍF skal reisast eftir risa-tapið fyri Kyndli. Tað verður tó ikki nøkur løtt uppgáva. Hoyvíkingar hava fingið eina fína byrjan upp á kappingarárið. Teir spæla bæði skjótt og kontant, og so er spurningurin, hvørt strandingar hesaferð eru meira vaknir, enn teir vóru seinasta sunnudag.