Fyri fjórðu ferð í ár bresta HB og EB/Streymur saman. Higartil hevur talan verið um sera málríkar dystir. Fyrsti landskappingardysturin endaði 2-2, síðani komu einastandandi undirhaldandi semifinalurnar í steypakappingini, har EB/Streymur fyrst vann 4-1 og síðani tapti 5-2.
Og við einum heimaliðið, sum buldraði seg aftur á beint við 5-0 stórsigri á KÍ seinasta umfar, er tað lagt upp til eitt brak av einum oddadysti, nú EB/Streymur, ið hevur vunnið seinastu fýra dystirnar, vitjar.
Fróði Benjaminsen varð sendur av vøllinum í dystinum móti KÍ seinasta umfar. Sostatt er miðvøllurin hjá HB munandi viknaður. Harumframt skal hava in mente, at ein annar miðvallarleikari, Hallur Hansson, leikti tveir ógvuliga møtimiklar dystir við U21-landsliðnum. Tað sama gjørdi verjuleikarin Rógvi Holm.
Øðrvísi er vorðið hjá EB/Streymi. Teir hava ongan á U21-landsliðnum, burtursæð frá venjaran Heðin Askham, og einki leikbann. Liðformaðurin Egil á Bø er skaddur eftir nærdyst við júst Fróða Benjaminsen í seinna steypakappingardystinum móti HB. Hann verður ikki við næstu vikurnar.
Við einum sigri kann HB koma ájavnt í stigum við EB/Streym, sum hinvegin kann tvífalda um stigamunin niður til HB við einum sigri.
HB - EB/Streymur
Lars Müller
Sunnudagin klokkan 15.00










