Brak av bólkafinalu í kvøld

Pólland og Kroatia bresta saman í einum braki av eini bólkafinalu í EM-endaspælinum í hondbólti í kvøld. Eyðun Samuelsen tekur saman um dystirnar í gjár og metir um dagin í dag

Seinastu dystirnir í miðumfarinum í EM-endaspælinum í hondbólti verða spældir í kvøld. Seks dystir eru á skránni, men hóast fleiri teirra eru ógvuliga áhugaverdir, so er tað serliga ein dystur, sum er spenanndi.


Tað er dysturin millum Pólland og Kroatia, sum bresta saman í einum braki av eini bólkafinalu. Hetta er slagið um, hvør verður nummar tvey í bólkinum eftir Frankaríki.


Hoyr Eyðun Samuelsen taka saman um dystirnar í gjár, og hvat hann metir um dystirnar í kvøld, við at trýsta á pílin undir myndini.


Dystirnir í dag eru hesir:

Makedonia – Spania (15.00)

Eysturríki – Ungarn (17.15)

Danmark – Ísland (19.30)

Russland – Hvítarussland (14.45)

Frankaríki – Svøríki (17.00)

Pólland – Kroatia (19.15)


Úrslitini í gjár vóru annars hesi.

Pólland – Svøríki 35-25

Frankaríki – Russland 39-30

Russland – Kroatia 25-33


Og støðurnar í bólkunum báðar eru hesar:


Bólkur 1

Danmark 8

Spania 6

Ísland 5

Ungarn 3

Makedonia 2

Eysturríki 0


Bólkur 2

Frankaríki 8

Kroatia 6

Pólland 6

Svøríki 4

Russland 0

Hvítarussland 0